Jón Tyril um upphavið til G!: Tvey tiltøk smeltaðu saman til G! festivalin

Jón Tyril um upphavið til G!: Tvey tiltøk smeltaðu saman til G! festivalin
Sól og summar á Gøtusandi og Grótkonsertir í skúlagarðinum við Gøtugjógv smeltaðu saman og blivu til G! festivalin. Tað greiður Jón Tyril, stovnari, frá í dokumentari frá 2017
Úr dokumtarinum "Millum himmal og helviti"
Ein ungur Jón Tyril, ein av stigtakarunum til G!, í 2003
15.07.2025 - 15:25

Tað vóru limirnir í Clickhaze og eldsálirnar í tónleikasamtakinum Grót, ið tóku stig til G! festivalin í 2002. 

Í dokumentarfilminum "Millum himmal & helviti" frá 2017 greiddi Jón Tyril, sum er ein av stigtakarunum til G!, frá upphavinum til G!-festivalin. 

 

SÍ EISINI: "Millum himmal og helviti", KVF-dokumentarur frá 2017

 

Tvey onnur tiltøk gingu undan

G! kom ikki ordiliga burturúr ongum, tí tað vóru tvey onnur tiltøk í Gøtu, ið gingu undan. 

"Tá vit stovnaðu Grót í 1998, byrjaðu vit beinavegin at tosa um at gera ein tónleikafestivali. Tað vóru tiltøku á sandinum í Syðrugøtu, sum itu 'Sól og summar á Gøtusandi', og so skipaðu vit í Grót fyri konsertum í skúlagarðinum við Gøtugjógv. Og eg haldi, at tey bæði tingini vóru forleyparar til G! festivalin," greiðir Jón Tyril frá. 


Nøkur av ungu fólkunum, sum bygdu G! festivalin upp, eru í holt við at byggja pallin á Spæliplássinum í 2003 (Mynd: Úr dokumentarinum "Millum himmal og helviti")

 

Jón greiðir eisini frá, at hóast tað ikki merktist á tiltakinum, so var tað eitt øgiligt kaos handan palltjaldið, tí fólk vóru ung og óroynd.

Men talan var eisini um, at fólkini, ið tóku stig til G! festivalin, slóðaðu fyri, tí tað var púra ókent at skipa fyri uttandura festivalum í Føroyum yvir fleiri dagar.  


Ein blaðung Sunneva Háberg Eysturstein, ið var við til at fyriskipa G! festivalin fyrstu árini (Mynd: Úr dokumentarinum "Millum himmal og helviti")

 

SÍ EISINI: G! 2025: Liggið ikki sjóvarfallið av tykkum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053