Brenniovnur í sauna festi í hús

05.08.2021 - 15:44
Innlendis›112
Brenniovnur í sauna festi í hús
Ein brenniovnurin, sum stóð á einum viðfestisvogni, beint við húsini í Velbastað, var orsøk til, at eldur kom sigur Michael Gram, brunaserfrøðingur hjá løgregluni
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tað var ein rustaður brenniovnurin í einari sauna, sum stóð á einum viðfestivogni, sum festi í húsini í Velbastað 31. juli. 

Tað er niðurstøðan hjá Michael Gram, brunaserfrøðingi hjá løgregluni. 

- Húskið varð heppið, heldur Michael Gram, brunaserfrøðingur hjá løgregluni, tí tað var hvølli bresturin frá einari gassfløsku, sum brast í eldinum, ið gjørdi, at alt húskið vaknaði og slapp út. 

Michael Gram biður fólk, ið eiga sauna ella brenniovn, ansa eftir, at hesi ikki rusta. 

- Tað, at jarn rustar, og soleiðis kann gera træið rundanum sera eldfimt, er nakað, sum fólk, ið eiga sauna ella brenniovn, mugu ansa væl eftir, sigur Michael Gram.

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ MICHAEL GRAM, BRUNASERFRØÐING HJÁ LØGREGLUNI. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037