Føroyar áttu at brúkt 600 mió. kr. til gransking

11.08.2021 - 15:51
InnlendisTøkni
Føroyar áttu at brúkt 600 mió. kr. til gransking
Ein størri íløga í gransking og menning hevði gjørt Føroyar meira kappingarførar og skapt fleiri vitanartungar vinnur, sigur formaðurin í faknevndini

Føroyar eiga at gera nógv størri íløgu í gransking og stuðul, tí granskingarstuðulin, sum er 7,5 mió. kr., er alt ov lítil.

Tað sigur Bogi Bech Jensen, sum er formaður í nýggju faknevndini, sum í dag lat stuðul til gransking fyri fyrstu ferð.

10 verkætlanir fingu stuðul.

Størsti stuðulin hesaferð er 1,1 millión og tann minsti 350.000 kr.

Onnur framkomin lond brúka umleiða trý prosent av BTÚ (bruttotjóðarúrtøkuni) til gransking og menning, og tí skuldi føroyski granskingarstuðulin verið 600 milliónir krónur, sigur Bogi Bech Jensen.

Hann hevur tó sett nøsina upp ímóti 50 milliónum fyri fyrst. 

Størsti stuðulin hesaferð er 1,l millión og tann minsti 350.000 kr.

- Sum heild eru umsøkjararnir væl skikkaðir, og umsóknirnar væl grundaðar.

Tí kundu fleiri fingið stuðul, um pengar vóru til tess.

Fyri at varðveita okkara kappingarføri sum land, er umráðandi, at vit gera íløgur í gransking. 

Tí er mín vón, at gransking fær hægri raðfesting komandi árini, sigur Bogi Bech Jensen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776