Búskaparfrøðingar: Ikki skynsamt at stuðla við makrelkvotu

18.08.2021 - 14:26
InnlendisSamfelag
Búskaparfrøðingar: Ikki skynsamt at stuðla við makrelkvotu
Arbeiðsmegin verður hildin føst í einari vinnu, sum ikki ber seg, siga Hans Ellefsen og Tróndur Sandoy
At lata garnaskip og línuskip fáa makrelkvotu er ikki skynsamur politikkur, siga tveir búskaparfrøðingar.

Stórur tørvur er á arbeiðsmegi, og tað rakar millum annað matstovu- og hotellvinnuna, sum missir pening hvønn dag.

Samstundis stuðla vit línu- og garnaskipum við makrelkvotum.

- Hetta er ikki skynsamur politikkur, tí tað fastheldur arbeiðsmegi í eini vinnu, sum ikki ber seg, siga búskaparfrøðingarnir, Hans Ellefsen og Tróndur Sandoy.

Heimaflotin rindar ikki tilfeingisgjald. Tí missir landið 43 milliónir í tilfeingisgjaldi í ár.

Í fjør misti landskassin 30 milliónir í tilfeingisgjaldi, tí uppsjovarskipini fingu kvoturnar gjøgnum heimaflotan.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815