Heimaflotin skal ikki rinda tilfeingisgjald av makreli

20.08.2021 - 11:46
Innlendis›Politikkur
Heimaflotin skal ikki rinda tilfeingisgjald av makreli
Hyggjast skal í staðin at skipabólkinum, um hann hevur yvirnormalt yvirskot, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskvinnumálum

Tilfeingisgjald skal ikki rindast av makreli, sum heimaflotin fær.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskvinnumálum.

- Vit eiga ikki at hyggja at fiskaslagnum. Vit skulu hyggja at skipabólkinum, um hann hevur yvirnormalt yvirskot, sigur Jacob Vestergaard.

Heimaflotin fær hvørt ár tillutað góð 30 prosent av makrelkvotuni. Í ár svarar tað til 43 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi, sum ikki kemur í landskassan.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541