Fyrimunur at samráðast við arbeiðsgevarar undir einum

20.08.2021 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Fyrimunur at samráðast við arbeiðsgevarar undir einum
Formaðurin í Starvsfelagnum tekur væl ímóti rammuavtaluni millum KAF og Fíggjarmálaráðið
Súni Selfoss er formaður í Starvsfelagnum

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava gjørt rammuavtalu millum partarnar, sum skal tryggja samstarv um sáttmálar og eitt javnt lønarlag í almenna og kommunala geiranum.

Avtalan ber í sær, at miðað verður eftir felags sáttmálum, har tað ber til.

Tá nýggjar semjur og sáttmálar hava beinleiðis ávirkan á sáttmálaøkið hjá ávikavist KAF ella FMR, fara partarnir at umrøða støðuna saman, áðrenn semja ella sáttmáli verður undirskrivaður.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, sigur, at tað er ein fyrimunur fyri felagið og limir tess, at Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið nú fara at samráðast undir einum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava gjørt rammusáttmála, sum skal tryggja javnt lønarlag í almenna og kommunala geiranum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846