Avrigging kann gerast nýggj vinnugrein

25.08.2021 - 14:24
InnlendisVinna
Avrigging kann gerast nýggj vinnugrein
Oljuvinnan riggar av nógvastaðni, og nú verður kannað, um Føroyar eisini kunnu gerast partur av vinnun

At rigga av í oljuvinnuni kann gerast nýggj vinnugrein í Føroyum næstu árini.

Tað sigur Leif Hovgaard, formaður í Sjóvinnufelagnum, nú felagið hevur fingið fígging til vega frá Vinnuframa at kanna møguleikarnar fyri nýggju vinnuni.

Sjóvinnufelagið hevur heitt á Føroya Olju­­ídnaðar­bólk um at standa fyri kanningini.

Ætlanin er, at kanningin skal vera liðug í seinnu helvt av 2022.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482