Reiðarí leigar bygning til Almannaverkið í Klaksvík

26.08.2021 - 16:01
InnlendisSamfelag
Reiðarí leigar bygning til Almannaverkið í Klaksvík
Hetta er betri og skjótari loysn, enn um tað almenna byggir, sigur stjórin í Almannaverkinum.
Gamli bygningurin hjá Nema í Klaksvík verður umbygdur til heim til fólk við seinheilaskaða.

Reiðaríið Christian í Grótinum fer nú at seta NEMA-bygningin á Stangavegi 53 í Klaksvík í stand at nýta sum depil hjá Almannaverkinum til 15 fólk við seinheilaskaða.

Almannaverkið fer at leiga bygningin frá reiðarínum. 

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, heldur, at hetta er ein munandi skjótari og bíligari loysn, enn um tað almenna byggir.

Bygningurin skal eftir ætlan verða liðugur at flyta í seinast í 2022 ella fyrst í 2023.

Hoyr samrøðu við Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.
 

Edvard Heen er stjóri í Almannaverkinum. 
 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV