Privata nýtslan tók broddin av koronukreppuni

01.09.2021 - 13:25
InnlendisSamfelag
Privata nýtslan tók broddin av koronukreppuni
Nýggja Búskaparráðið hevur lagt sína fyrstu frágreiðing fram
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, legði heystfrágreiðingina fram fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

- Nýtslan hjá privatfólki hevur gjørt, at koronukreppan ikki rakti so meint fíggjarliga.

Tað sigur Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, sum legði fram heystfrágreiðingina í morgun.

Hetta var fyrsta frágreiðingin hjá nýggja Búskaparráðnum.

Búskaparráðið heldur, at fíggjarlógin fyri næsta ár átti at havt í minsta lagi 150 milliónir kr. í avlopi.

Í ár verður væntandi eitt undirskot upp á 300 mió kr., og næsta ár verður hallið mett til 200 millionir.

Formaðurin vil tó ikki siga, hvar skal sparast, ella hvaðani fleiri inntøkur skulu koma.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Myndir:Bjarni Árting Rubeksen
 

Nýggja Búskaparráðið, sum legði sína fyrstu frágreiðing fram í dag. Frá vinstru: Jan Otto Holm, Helena Andreasen, Fróði Magnussen, Sanna Laksá og Johnny í Grótinum.

Nógv lýddu á framløguna í Smæruni fyrrapartin, men tað vakti ans, at eingin politikari, hvørki í løgtinginum ella landsstýrinum, var hjástaddur, tá nýggja Búskaparráðið legði sína fyrstu frágreiðing fram.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV