Landsstýrismaðurin vil hava frágreiðing frá sjúkrahúsleiðsluni

08.09.2021 - 09:31
Innlendis›Politikkur
Landsstýrismaðurin vil hava frágreiðing frá sjúkrahúsleiðsluni
Leiðslan hevur í tveimum førum keypt tænastur og arbeiði fyri meira enn eina millión kr.
Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum

Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum má koma við einari frágreiðing, hví hon í tveimum førum hevur keypt tænastur og arbeiði fyri meira enn eina millión kr., uttan at tey eru boðin út.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Málini snúgva seg um at menna talgilt koronupass og at skifta vindeygu í tveimum bygningum á Landssjúkrahúsinum.

Atli Suni Leo, deildarleiðari í Fíggjarmálaráðnum, hevur sagt, at sambært einum rundskrivi skulu arbeiði, sum kosta meira enn 500.000 kr., bjóðast út.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334