Norrøna siglir aftur í kvøld

08.09.2021 - 09:46
Innlendis›Samfelag
Norrøna siglir aftur í kvøld
El-lutir til ein hjálpimotor fingu skaða av eldinum í gjár, men teir verða skiftir nú
Eldurin í maskinrúminum á Norrønu gjørdi ikki stóran skaða, og hon fer av Seyðisfirði aftur í kvøld.

Norrøna siglir sum ætlað í kvøld av Seyðisfirði í Íslandi til Føroya.

Eldurin, sum var í maskinrúminum seinnapartin í gjár, gjørdi ikki stóran skaða, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.

El-lutir til ein hjálpimotor fingu skaða av eldinum, men teir verða skiftir nú.

Ferðafólkini, sum fóru í land, tá boðað varð frá eldinum, komu umborð aftur á Norrønu í gjárkvøldið. 

Hoyr Jens Meinhard Rasmssen, stjóra á Smyril Line, í útvarpstíðindunum. 



 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115