Norrøna krokar til klokkan fimm

Norrøna krokar til klokkan fimm
Veðrið er so vánaligt, at ikki er ráðiligt at leggja at, heldur ikki á Oyrareingjum
Norrøna krokar eystan fyri Mjóvanes og sleppur ikki til bryggju fyrr enn klokkan fimm seinnapartin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
20.02.2023 - 10:08

Norrøna, sum kom úr Hirthals tíðliga í morgun, kemur ikki inn fyrr enn klokkan fimm seinnapartin, upplýsir Tórshavnar havn.

Norrøna krokar eystan fyri Mjóvanes.

Veðrið er so vánaligt, at ikki er ráðiligt at leggja at, heldur ikki á Oyrareingjum. 

 

Ternan siglir klokkan 12.30

Strandfaraskip Landsins hava fyribils avlýst siglingina um Skopunarfjørð, og Smyril siglir ikki fyrrapartin, men klokkan 12.30 siglir Ternan aftur um Nólsoyarfjørð.

Eingin busskoyring er í Suðuroynni, Sandoynni, í øllum meginøkinum og í Kalsoynni.

Og tvær leiðir hjá Bussleiðini í Havn byrja ikki at koyra

Flogførini, sum skuldu koma og fara í morgun, eru útsett til seinni fyrrapartin.

 

Skúlar avlýsa

Eisini hava tveir skúlar avlýst skúlagongdina í dag. Tað er Runavíkar skúli og Vestmanna skúli.

Politiið hevur fingið 10 fráboðanir um storm- og vatnskaðar síðani í gjárkvøldið, og tær eru komnar úr øllum landinum.

Talan er um bátar, sum hava slitið, og tekjur og klædningar, sum hava rivið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533