RS-virus í umferð: Eingin mammubólkur fyribils

08.09.2021 - 18:01
InnlendisHeilsa
RS-virus í umferð: Eingin mammubólkur fyribils
Nógv børn eru løgd inn á barnadeildina á Landssjúkrahúsinum við RS-virusi, sum annars er óvanligt hesa tíðina á árinum
Elmar Ósá er yvirlækni á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.

Eingin mammubólkur verður fyribils.

Tað boðar Gigni frá.

Hetta verður gjørt eftir tilmæli frá barnadeildini á landssjúkrahúsinum, har fleiri og fleiri børn verða løgd inn við RS-virusi.

Tað óvanligt, at børn verða løgd inn við RS-virusi hesa árstíðina, sigur Elmar Ósá, yvirlækni á barnadeldini.

Í koronutíðini hava fá børn verið innløgd við smittandi sjúkum, og at fleiri verða innløgd nú, kann hava samband við, at samfelagið hevur latið meira uppaftur, sigur Elmar Ósá.

Hoyr samrøðubrot í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947