Roynd og óroynd dansa saman

15.09.2021 - 11:24
Lívsstílur
Roynd og óroynd dansa saman
- Vit vilja fegin geva eitt innlit í dansiverðina og allar tær ymisku genrurnar, sum hendan hevur at bjóða.
Poula Dalbø dansar solo
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Soleiðis sigur Diana J. Hansen um Dansieksperimentið, ið gongur fyri seg á Háskúlanum í hesum døgum. Saman við Andreu Joensen og Poulu Dalbø vitjaðu tær morgunsendingina, nú tær leggja síðstu hond á framførsluna, ið verður í Løkshøll leygardagin. 

Dansieksperinemtið er árligt afturvendandi tiltak, har ung sleppa at royna seg í alskyns dansistílum, har roynd og óroynd saman arbeiða fram móti einum braki av einari framførslu.

Eitt, sum tey leggja seg eftir, er at nýta ymiskan og eisini føroyskan tónleik, so summi av dansinumrunum verða framførd til livandi tónleik, at føroyskir tónleikarar eru á pallinum saman við dansarunum.

Eftir samrøðuna dansaði Poula Dalbø í forhøllini í Kringvarpinum, og dansurin kann síggjast her

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542