Avlýsingar kosta Tórshavnar havn milliónir

20.09.2021 - 18:00
InnlendisSamfelag
Avlýsingar kosta Tórshavnar havn milliónir
Eftir ætlan skuldu fleiri enn 40 ferðamannaskip koma á Havnina í ár, men tá avtornaði vóru tey bara trý
Crystal Endavour er seinasta ferðamannaskipið á Havnini í ár.

Avlýsingar frá ferðamannaskipum hava kostað Tórshavnar havn millum tríggjar og fýra milliónir krónur í mistum inntøkum í ár.

Tað upplýsir Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari, eftir at síðsta ferðamannaskipið í ár, Crystal Endeavour, kom á Havnina fyrr í dag.

Eftir ætlan skuldu tey vera fleiri enn 40 í tali, men tá avtornaði vóru tey bara trý.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Jónsvein Lamhauge er havnarmeistari í Havn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483