Havnaútbyggingin er komin hálva leið

17.07.2018 - 08:20
InnlendisSamfelag
Havnaútbyggingin er komin hálva leið
Umleið helvtin av grótinum til havnaútbyggingina í Havn er sprongt, og arbeiðið at byggja havnina út gongur eftir ætlan.
Soleiðis fer Tórshavnar Havn væntandi at síggja út í endanum av 2019.

Havnaútbyggingin av Tórshavnar Havn er mett at kosta 465 milliónir krónur, og hon skal eftir ætlan verða liðug í november 2019.

Arbeiðið gongur væl, og higartil heldur tíðarætlanin og fíggjarmetingin, sigur Tóki á Steig, rakstrarleiðari fyri havnaútbyggingina, sum J&K Petersen stendur fyri.

Í síðstu viku var stór betongkista lorað niður, har endin á nýggju kaiini er. Betongksiturnar er eisini ein verja ímóti, at stóru skipini renna á brimgarðin, um tey reka út eftir. 

7 fótbóltsvallir sprongdir

Eini 70 fólk arbeiða í løtuni við at víðka havnalagið í Havn. 

Eini 60.000 rúmmetrar av grótið verða sprongdir á Glyvursnesi hvønn dag. 

Samanlagt skal øki svarandi til 13 fótbóltsvøllir spreingjast úr Glyvursnesi, og higartil er helvtin sprongt - tað vil siga einir 7 fótbóltsvøllir. 

95.000 eyka fermetrar

Við Havanútbyggingini fær Tórshavnar Havn 95.000 eyka fermetrar, og 900 metrar av eyka kaikanti. 

Havnaøkið verður sostatt 124.000 fermetrar til støddar í endanum av 2019.

Soleiðis sær út á Glyvursnesi, tá sprongt verður:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970