Stendur á jøvnum millum samgongu og andstøðu

21.09.2021 - 12:55
Útheimurin
Stendur á jøvnum millum samgongu og andstøðu
Altingsval verður í Íslandi leygardagin
Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri, og Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálvfstæðisflokkinum, sita saman í stjórn í løtuni, men valúrslitið leygardagin kann broyta tað.

Tað stendur at kalla á jøvnum millum samgonguflokkarnar og andstøðuflokkarnar upp undir altingsvalið leygardagin, og tí er torført at taka dagar ímillum, hvør fer at vinna valið.

Tað sigur Halla Nolsøe Poulsen, føroyska sendikvinnan í Íslandi.

63 sessir eru í altinginum, og 10 flokkar stilla upp í øllum seks valdømum. Bara ein flokkur stillar upp í einum valdømi í Reykjavík.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Halla Nolsøe Poulsen er føroysk sendikvinna í Íslandi. (Mynd av Facebook-vanga)
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980