Átta húsfolk og sjey starvsfólk eru smittað

04.10.2021 - 13:17
InnlendisHeilsa
Átta húsfolk og sjey starvsfólk eru smittað
Støðan er trupul hjá húsfólkum við demens á Tjarnargarði, tí gerandisdagurin verður broyttur
Bæði húsfólk og starvsfólk á Tjarnargarði eru smittað av koronu.
Mynd: Articon.  

Átta húsfólk og sjey starvsfólk á Tjarnargarði hava í løtuni fingið staðfest koronusmittu.

- Hetta eru fólk við demenssjúku, so tað er trupult og ørkymlandi hjá húsfólkinum, nú so nógv brádliga er broytt í gerandisdegnum, sigur Eyðfríð Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Koronasmittan er ikki staðfest á nøkrum øðrum stovni í eldrarøktini í Tórshavnar kommunu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086