Annika Olsen: Ætlanin var at steðga arbeiðnum

19.10.2021 - 18:00
InnlendisPolitikkur
Annika Olsen: Ætlanin var at steðga arbeiðnum
Býráðslimurin hjá Fólkaflokkinum í Tórshavnar býráð sigur, at arbeiðshátturin hjá meirilutanum er ófrættakendur.
Annika Olsen, býráðslimur í Havn, finst hvassliga at býráðsmeirilutanum í málinum um langhylin í Gundadali.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Ætlanin var at steðga á ella at steðga ætlanini við langhylinum í Havn heilt.

Tað sigur Annika Olsen, býráðslimur og limur í bygginevndini fyri langhylin.

Hon sigur, at tað er ein sera ófrættakendur arbeiðsháttur, sum meirilutin í býráðnum hevur.

Annika Olsen finst hvassliga at, at bygginevndin er ikki kunnað um málið, og at hon sum býráðslimur noyðist at biðja um innlit í málsgongdina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.


Annika Olsen sigur, at býráðsmeirilutin ætlaði annaðhvørt at steðga á við arbeiðnum upp á langhylinum, ella at steðga arbeiðnum heilt. (Mynd Bjarni Árting Rubeksen)
.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429