25-30 partaeigarar í felagnum, sum keypir Magn

02.11.2021 - 17:45
InnlendisVinna
25-30 partaeigarar í felagnum, sum keypir Magn
Orkufelagið keypir Magn fyri hálva milliard kr.
Umframt nýggjar íleggjarar, fíggjar Orkufelagið keypið av Magni við láni

25 til 30 nýggir partaeigarar vera í Orkufelagnum, sum hevur keypt Magn. Teir flestu eru føroyingar.

Orkufelagið hevur keypt P/F Magn fyri 615 milliónir danskar krónur. Nakað av skuld er í felagnum, og tá ið hon er drigin frá, er prísurin umleið 500 milliónir krónur.

Skeljungur ætlar at nýta upp til 23 prosent av peninginum, sum felagið fær fyri søluna av Magn, til at keypa partabrøv í Sp/f Orkufelagnum. Tað svarar til 115 milliónir krónur.

Umframt nýggjar íleggjarar, fíggjar Orkufelagið keypið av Magni við láni.

Hoyr samrøðu við Teit Nolsøe Poulsen, nevndarformann í Orkufelagnum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304