Varðin Pelagic krevur, at starvsfólk hava koronupass

09.11.2021 - 10:06
InnlendisVinna
Varðin Pelagic krevur, at starvsfólk hava koronupass
Treytin fyri at fáa heilsuváttan um at útflyta fisk til Kina er, at eingin smitta er á virkinum
Varðin Pelagic á Tvøroyri.

Tað er eftir boðum úr Kina, at uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur gjørt av, at starvsfólk skulu vísa koronupass fyri at sleppa inn á virkið.

Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, sigur, at Kina hevur kravt, at eingin koronusmitta eigur at verða staðfest í sambandi við innflutning av fiski úr øðrum londum.

Hesi boðini hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan fingið, og fyri at flyta fisk út til Kina krevst ein heilsuváttan um, at eingin smitta er á virkinum.

Ein onnur grund at krevja koronupass er at verja seg fyri, at virkið ikki noyðist at leggja stilt av koronu. 

Hoyr samrøðu við Boga Jacobsen, stjóra, í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610