Hybridbilar rinda sama avgjald sum bensinbilar

11.11.2021 - 14:03
Innlendis›Politikkur
Hybridbilar rinda sama avgjald sum bensinbilar
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, heldur, at uppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen í Framsókn er ein misskiljing
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, heldur, at uppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen er ein misskiljing.

Áðrenn lógarbroytingin var gjørd í vár, rindaðu hybridbilar og plugin-hybridbilar størri avgjald enn bensin- og dieselbilar.

Nú eru avjøldini umleið tey somu, sum bensin- og dieselbilar gjalda, men elbilar rinda einki avgjald, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Bjarni Kárason Petersen í Framsókn hevur skotið upp, at hybridbilar og plugin-hybridbilar skulu ikki sleppa undan avgjaldi, tí teir dálka meira enn elbilar.

Jørgen Niclasen heldur, at uppskotið hjá tingmanninum hjá Framsókn er misskiljing.

Higartil í ár eru 225 elbilar skrásettir, og tað hevur kostað landskassanum umleið 30 mió. kr.

Hoyr innslag í úvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542