Atlantsflog ger heildarmeting av umsøkjarum

25.11.2021 - 11:44
Innlendis›Samfelag
Atlantsflog ger heildarmeting av umsøkjarum
Stjórin í flogfelagnum vísir atfinningunum frá Flogskiparafelagnum aftur
Jóhanna á Bergi er stjóri í Atlantsflogi

Atlantsflog ger heildarmeting av umsøkjarunum, tá fólk verða sett í starv.

Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, í kjalavørinum á atfinningunum frá formanninum í Flogskiparafelagnum um, at eingin av teimum 17 uppsøgdu flogskiparunum, sum søktu starv í felagnum herfyri, var biðin um at koma til setanarsamrøðu.

Jóhanna á Bergi sigur, at tey hava fylgt setanartilgongdini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

jFlogskiparafelagið hevur funnist at starvssetanini í Atlantsflogi, men leiðslan vísir atfinningunum aftur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334