Atlantsflog: Støðan í Hormuzsundinum kann fáa ávirkan á flogseðlaprísirnar

Atlantsflog: Støðan í Hormuzsundinum kann fáa ávirkan á flogseðlaprísirnar
Ávarað verður nú um, at tað innan tríggjar vikur kann fara at sansa at, at fáa flogbrennievni, um ikki Hormuzsundið letur upp aftur. Atlantsflog fylgir gongdini neyvt
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.04.2026 - 09:01

"Vit eru í leypandi samskifti við okkara veitarar, og sum støðan er beint nú, so hava vit fingið at vitað, at tað er nokk av brennievni í løtuni, í hvussu er," sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.

Støðan í Hormuzsundinum kann fáa stórar fylgjur fyri flogferðsluna í summar. Tí umleið helvtin av brennievninum til flogfør, sum Evropa flytir inn, er úr Miðeystri, haðani einki kemur nú.

Ávarað verður nú um, at tað kann fara at sansa at innan tríggjar vikur, at fáa flogbrennievni, um ikki Hormuz sundið letur upp aftur.


Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi

 

Ávaringin kemur frá ACI Europe, sum umboðar flogvallir í ES, skrivaði Financisl Times í vikuni.

Longu 1. apríl eru fleiri enn túsund avlýsingar hjá SAS, skrivar miðilin Check-in. 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at tað kann fara at síggjast aftur í flogferðaseðlaprísunum, um støðan ikki broytist. 

 

LIVE_kl_0800_-_Johanna_a_Bergi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040