Landslæknin og farsóttarnevndin gera vegleiðing um koronukanningar

26.11.2021 - 13:16
InnlendisPolitikkur
Landslæknin og farsóttarnevndin gera vegleiðing um koronukanningar
Boðskapurin um hvør kann lata seg kanna, hevur verið ov ógreiður, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum
Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum

Løgtingið samtykti í gjár eftir uppskoti frá samgonguni í figgjarnevndini at játta 12 milliíónir kr. aftrat til koronukanningar í hesum árinum.

Samstundis heitti samgongan á landsstýrusmannin í heilsumálum um at gera eina vegleiðing, sum kann tryggja, at færri kanningar verða gjørdar, tí tær eru dýrar.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann fer at heita á landslæknan og farsóttarnevndina um at gera eina slíka vegleiðing.

Boðskapurin um, hvør kann lata seg kanna, hevur verið ov ógreiður, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558