30 mió aftrat til SSL

28.11.2021 - 15:35
InnlendisPengar
30 mió aftrat til SSL
Bæði kostnaðurin fyri at Smyril skal í dokk, og kostnaðurin av at leiða eitt avloysaraskip vera hægri enn hildið

Strandfaraskip landsins skulu hava munandi meira pening næsta ár enn landstýrið metti, tá fíggjarlógin var løgd fram síðst í september.
Tað er greitt longu nú, hóast fíggjarlógin fyri komandi árið ikki er liðugt viðgjørd enn.


Jørgen Niclasen landstýrismaður í fíggjarmálum sigur, at tey hava sett í alt 30 mió krónur av til viðlíkahald, sum fevnir um bæði dokk og avloysaraskip, men bara parturin, at koyra Smyril í dokk, fer nú at kosta allar 30 mió. 

Eisini er kostnaðurin av at leiga eitt avloysaraskip hækkaður munandi, og samanvið hækkandi oljuprísinum kann vera neyðugt at játta 30 mió kr aftrat til strandferðsluna komandi ár, um ikki onnur loysn verður funnin á avloysaraskipinum.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár, so fer tað at kosta knappar 190 mió kr í nettoútreiðslum, at reka strandfaraskip landins í 2022.

Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen, sum var í tíðindunum kl. 14 við at trýsta á pílin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221