1844 mótmæla staðseting við Sandá

08.12.2021 - 14:31
InnlendisSamfelag
1844 mótmæla staðseting við Sandá
Mánadagin verða undirskriftirnar frá fólki, sum eru ímóti at byggja kirkju við Sandá, latnar Tórshavnar býráð
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Ætlanin er at byggja nýggja kirkju við Sandá á Argjum, men øll eru ikki so fegin um tað. Mánadagin fær Tórshavnar býráð 1844 undirskrifti frá fólki, sum mótmælia staðsetingini.

- Hetta er ein staðilig áheitan á Tórshavnar býráð um at finna aðra staðseting til nýggju kirkjuna á Argjum.

Tað sigur Urd Johannesen, ein av stigtakarunum til áhugabólkin "Varðveitið fríøkið við Sandá", sum mánadagin fer at handa Tórshavnarbýráð 1844 undirskriftir frá fólki, sum eru ímóti at staðseta kirkjuna í lendið við Sandá.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið upplýst, at nýggja kirkjan á Argjum fer at kosta stívliga 56 milliónir krónur.

Kirkjuráðið hevur útvegað sín triðing av pengunum, og restin av pengunum skulu stiftsstjórnin og Mentamálaráðið játta.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Urd Johannesen er ein av stigtakarunum at savna undirskriftir móti staðsetingini av nýggju kirkjuni á Argum við Sandá.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076