Biður um 7,5 mió. kr. aftrat til koronukanningar

08.12.2021 - 13:46
InnlendisHeilsa
Biður um 7,5 mió. kr. aftrat til koronukanningar
Játtanin er um at vera brúkt
Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Trýstið á koronukanningarnar er somikið stórt, at landsstýrismaðurin í heilsumálum aftur noyðist at biðja løgtingið um fleiri pengar at lata heilsuverkinum til endamálið.

Við triðju viðgerð av eykajáttanarlógini fyri oktober bað Heilsumálaráðið fíggjarnevndina hjá løgtinginum um 18,3 milliónir krónur aftrat til koronukanningar í hesum árinum.

Men meirilutin í fíggjarnevndini vildi bara játta 12 milliónir krónur.

Og teir pengarnir eru nú um at vera uppi.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, biður tí um fleiri pengar, hesaferð 7,5 milliónir krónur.

Hoyr samrøðubrot við landsstýrismannin.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949