Eitt skip aftrat til Suðuroyarleiðina og strikað tunnilsgjøld

10.12.2021 - 13:16
InnlendisPolitikkur
Eitt skip aftrat til Suðuroyarleiðina og strikað tunnilsgjøld
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, legði fyrrapartin samferðslupakkan fram
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt samferðslupakkan fram.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við einum samferðslupakka, og fyrrapartin var hann lagdur fram á tíðindafundi.

M.a. er ætlanin at keypa eitt skip aftrat til Suðuroyarleiðina, tunnilsgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum skulu takast av, og leisturin at fáa koyripengar verður broyttur.

Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum.

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar í Tinganesi, tá samferðslupakkin var lagdur fram.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112