Tummas í Garði: "Tey flestu, ið verða innløgd, eru ókoppsett"

bannari
15.12.2021 - 11:54
Innlendis›Heilsa
Tummas í Garði: "Tey flestu, ið verða innløgd, eru ókoppsett"
Helmingurin av teimum, ið hava verið innløgd á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum seinastu tveir mánaðirnar, hava ikki verið koppsett, váttar varastjórin í Sjúkrahúsverkinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Allar summarmánaðirnar var eingin innlagdur á koronudeildini.

Men tá smittan tók dik á seg aftur í heyst, var fyrsta innleggingin aftur.

Síðani tá, tann 19. oktober, hava 26 fólk verið innløgd á koronudeildini samanlagt.

12 av hesum 26 vóru ókoppsett, sum svarar til 46 prosent.

Frammanundan eru at kalla bara eldri við øðrum heilsutrupulleikum vorðin innløgd eftir covid-19 smittu, men líkt er til, at hetta er broytt. Av teimum 26, sum hava verið innløgd seinastu tveir mánaðirnar, eru 11 teirra undir 70 ár. 9 av hesum 11 vóru ikki koppsett, sum svarar til 82 prosent.

90 prosent av føroyingum eldri enn 12 ár eru koppsett við tveimum prikum. Tey síðstu 10 prosentini, ið ikki eru koppsett, eru serliga í aldrinum 25 til 45 ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037