Svínoyingar undrast á tilmælini hjá SSL

21.12.2021 - 16:51
InnlendisSamfelag
Svínoyingar undrast á tilmælini hjá SSL
Tað er ikki vindurin, sum er mest avgerandi fyri, hvussu líkindini eru at leggja at í Svínoy, sigur svínoyingurin Óli Andrias Reinert á Geil, sum ikki skilir tilmælini hjá SSL
Vindurin avger ikki líkindini at leggja at í Svínoy, sigur sigur svínoyingurin Óli Andrias Reinert á Geil
Mynd: Savnsmynd  

Óli Andrias Reinert á Geilini er ein av teimum 31 fólkunum, sum, sambært Hagstovuni, búgva í Svínoy.

Hann undrast stórliga á nýggju tilmælini frá Strandfaraskipum Landsins, sum mæla børnum og eldri fólkum frá at sigla við farleiðini hjá Rituni millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, tá vindmegin er oman fyri 10 m/s.

Við útvarpið sigur Heri Norðberg, trygdarsamskipari hjá Strandferðsluni, at tilmælini fyrst og fremst eru ætla ferðafólkum, sum ikki eru von við at sigla á farleiðini.

At tað er neyðugt at upplýsa summi ferðafólk um líkindini á farleiðini, skilir Óli Andrias Reinert á Geilini, men hann metir, at tað er skeivt einans at gera tað út frá miðalvindinum.

Tí sambært Andriasi, er vindurin ikki tað, sum hevur mest at siga fyri, hvussu líkindini eru í Svínoy.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862