Ein millión krónur til ábøtur, men einki fongsul

14.01.2022 - 17:19
InnlendisPolitikkur
Ein millión krónur til ábøtur, men einki fongsul
Føroysku fólkatingslimirnir eru ónøgdir við gongdinum í málinum um, at einki fongsul verður bygt í Føroyum á hesum sinni
Edmund Joensen, fólkatingsumboð Føroya, heldur lítið um, at danska stjórnin ikki vil lovað Føroyum eitt fongsul, men bara eina millón krónur til ábøtur
Mynd: Sjúrður Skaale  

Einki nýtt fongsul, men ein millión krónur til ábøtur. 

Tað er tað, ið føroysku fólkatingslimirnir hava fingið lovað, og tað eru teir als ikki nøgdir við. 

Fólkatingslimirnir eru ónøgdir við alla gongdinum í málinum.

Edmund Joensen hjálpir Sjúrði Skaal við slipsaknútinum, áðrenn teir skulu út at feira Margrethu drotning, sum hevur verið drotning í 50 ár. Men alt var ikki bara søtur tónleikur úr Christiansborg í dag, tí teir báðir eru ikki nøgdir við, at teir ikki hava fingið nakra tilsøgn um eitt fongsul. 

 

Eina millión til ábøtur

Í staðin verður ein millión sett av til ábøtur og kannað verður, um skipanin við fótleinkju kann setast í verk í Føroyum.

Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Nick Hækkerup, løgmálaráðharra.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203489
Hósdag 5. februar
Filip - 60'ini
203490
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203486
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203487
Hósdag 5. februar
Anna Lovisa - Gestur
203488