Widerøe: Føroyarutan skuldi verið byrjað fyrr

20.01.2022 - 13:18
InnlendisSamfelag
Widerøe: Føroyarutan skuldi verið byrjað fyrr
Í mai fer norska flogfelagið at flúgva fýra ferðir um vikuna millum Bergen og Vágar
Widerøe letur so væl at rutuni millum Bergen og Vágar, at samskiftisstjórin í flogfelagnum heldur, at rutan átti at verið byrjað fyrr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Undirtøkan er so mikið góð, at hetta er ein farleið, sum skuldi verið byrjað fyrr.

Tað sigur Catharina Solli, samskiftisstjóri hjá norska flogfelagnum Widerøe, nú felagið tvífaldar talið av ferðum millum Bergen og Føroyar.

Í mai verður flogið fýra ferðir um vikuna.

Upprunaliga var farleiðin ætlað fólki, sum ferðast millum londini í arbeiðsørindum, men sambært samskiftisstjóranum er ein av orsøkunum til góðu undirtøkuna, at alsamt fleiri norðmenn fara til Føroya at ferðast.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 

Catharina Solli er samskiftisstjóri í norska flogfelagnum Widerøe. (Mynd: Avisa Nordland)
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313