Skeinkistøðini akta ikki løgmann

21.01.2022 - 13:42
InnlendisSamfelag
Skeinkistøðini akta ikki løgmann
Náttarlívið kann ikki halda fram á henda hátt, tí vandi er fyri, at skeinkistøðini ikki lata uppaftur, siga skeinkistøðini í dag.
Skeinkistøðini fara nú aftur at hava opið sum vanligt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Skeinkistøðini vilja ikki akta løgmann, hóast hann á tíðindafundi fyrrapartin mælti teimum til at bíða eitt sindur aftrat at hava opið út á náttina.

Skeinkistøðini ætla at hava opið eisini eftir klokkan 23 hetta vikuskiftið.

Sambært uppskotinum um hjálparpakka, fáa skeinkistøðini 100 prosent av føstu útreiðslunum endurgoldin frá 10. desember í fjør.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

 

Her er tíðindaskrivið frá skeinkistøðunum:

Aftaná seks vikur av avmarkingum er eingin innlagdur vegna koronu á sjúkrahúsi, og tí verður støðan ikki mett kritisk á tann hátt.

Náttarlívið kann ikki halda fram uppá hendan mátan, tí so er vandi fyri, at støðini ikki megna at lata uppaftur.

Tíbetur hevur landið lovað hjálparpakka, sum nú skal leggjast fyri løgtingið, og hann bøtir um støðuna undanfarnu seks vikur, men vinnan kann í longdini ikki kann liva av hjálparpakkum. Náttarlívið er takksamt fyri stuðulin frá landinum, men tá støðan er, sum hon er, so velur náttarlívið at lata upp aftur.

Skeinkistøðini hava boðað Vinnumálaráðnum frá, at um støðan broytist munandi til tað verra næstu tíðina, eru støðini tá sum áður til at tosa við fyri at finna skilagóðar loysnir.

Tá hevur løgtingið eisini vónandi fingið hjálparpakkan samtyktan, so at mannagongdin við avmarkingum tá verður lættari at fáast við.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194