Borgarstjóri: Kunnu ikki noyða fólk at flyta til smábygdir

25.01.2022 - 13:37
Innlendis›Samfelag
Borgarstjóri: Kunnu ikki noyða fólk at flyta til smábygdir
Karl Johansen heldur, at Klaksvíkar kommuna roynir at fáa fólk at støðast í smábygdunum, sum hoyra til kommununa
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

- Vit kunnu ikki noyða fólk at flyta til smáar bygdir og útoyggjar. Tí er avmarkað, hvat vit fáa gjørt við tey tómu húsini í smábygdum.

Tað sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Eitt yvirlit vísir, at í fleiri smærri bygdum búgva bara 20 prosentum av húsunum alt árið.

Millum annað í Gásadali, Elduvík, við Gjógv, og í bygdunum Árnafirði, Svínoy og Mikladali, sum hoyra til Klaksvíkar kommunu.

 

Svínoy er ein av bygdunum, sum hoyrir til Klaksvíkar kommunu.

 

Klaksvíkar kommuna roynir at gera nakað fyri at fáa fólk at trívast í hesum bygdunum, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Í Fugloy heldur Amalia í Frammistovu, borgarstjóri, at tey, sum ein lítil kommuna, kunnu ikki gera nakað serligt at fáa fólk at búgva fast í oynni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Amalia í Frammistovu er borgarstjóri í Fugloyar kommunu. 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655