Vil hava felags tilmæli frá samgonguni í Uttanlandsnevndini

25.01.2022 - 14:14
Innlendis›Politikkur
Vil hava felags tilmæli frá samgonguni í Uttanlandsnevndini
Landsstýrismaðurin fer ikki at leggja málið um eftirlitsradaran í tingið
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur gjørt greitt, at hann fer ikki at leggja málið um radaran fyri løgtingið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

- Samgonguumboðini skulu helst standa saman, men best hevði verið við einari samdari nevnd.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, nú tað gerst alsamt greiðari, at nógv ymisk sjónarmið eru um ætlaða radaran á Sornfelli í Uttanlandsnevndini.

Tað er greitt, at landsstýrismaðurin fer ikki í tingið við málinum um radaran, hóast ein spurnarkanning herfyri vísti, at ein meiriluti av føroyingum vil hava málið fyri tingið.

Hóast avgerðin um radaran ikki fer í tingið, sigur Jenis av Rana, at eitt breiðari orðaskifti um trygdarpolitikk verður í tinginum í vár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Landsstýrismaðurin vil helst hava felags tilmæli frá samgonguumboðunum í Uttanlandsnevndini, men nógv bendir á, at hann fær fleiri ymisk tilmæli frá nevndini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961