Skeivt at føroysk farmaskip ikki sleppa at sigla við farmi til Grønlands

27.01.2022 - 08:10
InnlendisVinna
Skeivt at føroysk farmaskip ikki sleppa at sigla við farmi til Grønlands
Landsstýrismaðurin í vinnumálum átalar, at føroysk farmaskip ikki sleppa at sigla við farmi til Grønlands

- Tað er skeivt at føroysk farmaskip ikki sleppa at sigla við farmi til Grønlands, meðan grønlendsk farmaskip kunnu føra farm til Føroya.

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum ætlar at seta seg í samband við grønlendska landsstýrið.

Í fjør setti undanfarni vinnumálaráðharrin, Helgi Abrahamsen, seg eisini í samband við grønlendskar myndugleikar um hetta, tó uttan úrslit.

Fyri tveimum vikum síðani segði Mariane Paviasen, grønlendska landsstýriskvinnan í samferðslumálum, at ongar ætlanir vóru um at loyva fleiri veitarum á sjóvegis farmaflutningsleiðunum til Grønlands.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723