Danski uttanríkisráðharrin er stúrin: Vit njósnast ikki millum vinir"

Danski uttanríkisráðharrin er stúrin: Vit njósnast ikki millum vinir"
Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, hevur kallað amerikanska sendifólkið í Danmark á fund í sambandi við, at amerikanska fregnartænastan njósnast í Grønlandi
Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri og fyrrverandi forsætisráðharri
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
07.05.2025 - 17:19

Greinin, sum amerikanska blaðið Wall Street Journal hevur skrivað, um at USA savnar alsamt fleiri fregnartænastuupplýsingar um Grønland, eftir boðum frá Tulsi Gabbard, stjóra fyri fregnartænastuna, hevur fingið danska uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, at kalla amerikanska sendifólkið inn á fund.

Millum annað skulu fleiri upplýsingar um loysingarrørsluna í Grønlandi skaffast, og hvat fólk halda um amerikonsku tilfeingisvinnuna, siga ónevndar keldur við Wall Street Journal.

Amerikanska fregnartænastan hevur eisini fingið boð um at eyðmerkja fólk í Danmark og í Grønlandi, sum stuðla ætlanunum hjá Trump at leggja Grønland inn undur seg.

 

Løkke stúrir

Hetta ger danska uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, stúrnan. 

"Tí vit njósnast ikki millum vinir. Eg kann ikki vita, um hald er í hesum, tí tað stendur í einum blaði. Men tað tykist ikki, sum um tey, sum hava úttalað seg, vísa hesum beinleiðis aftur," sigur Lars Løkke Rasmussen.

Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, sigur í skrivligari viðmerking við Ritzau-tíðindastovuna, at tey hava lagt til merkis amerikanska áhugan.

"PET metur, at orsakað av amerikanska áhuganum og vaksandi altjóða áhuganum fyri Grønlandi yvirhøvur, er størri vandi fyri njósning og hóttan um ávirkan frá fremmandum londum, - bæði móti Grønlandi og eisini Danmark," sigur PET.

 

Wall Street Journal verður skammað

PET hevur tætt samskifti við grønlendskar myndugleikar um gongdina í hóttanarmyndini, og setur allatíðina neyðug trygdartiltøk í verk, sigur danska fregnartænastan.

Eitt talsfólk í Hvítu húsunum í Washington vil ikki gera viðmerkingar til greinina, men Gabbard, stjóri fyri fregnartænastuna, skammar Wall Street Journal fyri at stuðla myrku kreftunum, sum vilja seta seg ímóti forsetanum við at politisera og leka loyniligar upplýsingar.

Hon skuldsetur eisini blaðið fyri at bróta lógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952