Útbygda havnarlagið í Havn er longu ov lítið

31.01.2022 - 13:30
Innlendis›Politikkur
Útbygda havnarlagið í Havn er longu ov lítið
90.000 fermetrar vóru tiknir úr útbyggingarætlanini, og teir fermetrarnir resta nú í.
Virksemið á havnarlagnum í Havn er so stórt, at havnarútbyggingin er longu ov lítil, sigur formaðurin í havnarnevndini.
Mynd: Faroe Ship  

Hóast stór havnarútbygging er gjørd seinastu árini, so er Tórshavnar havn ov lítil.

Tað staðfestir Kári Johansen, formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar býráð, í samrøðu við tíðindaportalin in.fo í dag.

Kári Johansen sigur, at upprunaliga var ætlannin eisini at byggja út norðureftir, fram við Skansanum, men tann ætlanin var slept.

Tað hevði við sær, at 90.000 fermetrar vóru mistir í útbyggingini, og teir fermetrarnir resta nú í.

Hoyr samrøðu við Kára Johansen í útvarpstíðindunum.
 

Kári Johansen er formaður í havnarnevndini í høvuðsstaðarkommununi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952