Skúlin á Fløtum: 12 forskúlanæmingar sleppa ikki at halda fram

01.02.2022 - 12:20
InnlendisSamfelag
Skúlin á Fløtum: 12 forskúlanæmingar sleppa ikki at halda fram
Skúlaøkini í Havn eru broytt, og tað rakar summi við afturvirkandi gildi
Stórur dagur, tá Skúlin á Fløtum var tikin í nýtslu. Nú hava 12 forskúlabørn fingið at vita, at tey sleppa ikki at halda fram í 1. flokki eftir summarfrítíðina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  

12 børn í forskúlanum í Skúlanum á Fløtum noyðast at fara í ein annan skúla í kommununi eftir summarfrítíðina.

Orsøkin er, at Tórshavnar kommuna hevur broytt skúlaøkini í býnum, og tað rakar summi við afturvirkandi gildi.

Barbara á Lava eigur ein son, sum gongur í forskúla á Fløtum. Men pláss er ikki fyri honum í 1. flokki eftir summarfrítíðina.

Barbara á Lava helt, at hon hevði tryggjað sær, at sonurin kundi halda fram í 1. flokki, tá hann var skrivaður inn í forskúlan.

Hoyr innslag í úitvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996