Neyðugt at seta skúlastovur upp uttan fyri skúlan

Neyðugt at seta skúlastovur upp uttan fyri skúlan
Politiska avgerðin at hava ein fyrsta flokk aftrat hevur við sær, at Skúlin á Fløtum noyðist at seta stovur upp uttanfyri
Nú ganga so nógvir næmingar í Skúlanum á Fløtum, at neyðugt er at seta skúlastovur upp uttanfyri. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
24.09.2026 - 18:00

Skúlastovur verða nú settar upp uttan fyri Skúlan á Fløtum fyri at hýsa øllum næmingunum.

Hetta er ein fyribils loysn, eftir at politisk avgerð varð tikin um at minka næmingatalið í flokkunum. 

Tórshavnar kommuna fekk í januar loyvi at gera ein eyka 1. flokk í  Skúlanum á Fløtum og á Skúlanum á Argjahamri, tí tað gjørdist greitt, at næmingatalið verður stórt næstu árini.  

 


Regin Marnersson, skúlastjóri.

 

Tey flestu vilja hava børnini at ganga í skúla í nærumhvørvinum, har tey búgva, men umstøður eru ikki altíð til tað.

Men tað eru politiskar broytingar, ið skapa órógv fyri næmingar og lærarar, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

24092026_Skulin_a_Flotum

 

 


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809