Eiga at gera endurgjaldsskipan fyri stormskaðar

09.02.2022 - 14:33
InnlendisPolitikkur
Eiga at gera endurgjaldsskipan fyri stormskaðar
Evnið var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin, og landsstýrismaðurin í kommunumálum sigur, at arbeitt verður við málinum
Tveir brimskaðar hava verið í Húsavík seinastu árini, og í januar gjørdi áarføri skaða í Dali.

Alt fleiri stormskaðar henda, og tí má landsstýrið seta sjøtul á arbeiðið at raðfesta, hvør skal rinda rokningina, tá skaðin er hendur.

Tað segði Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, tá hon var gestur í Breddanum í morgun.

Evni var veðurlagsbroytingar, og hvør skal rinda rokningina fyri stormskaðar.

Tríggir skaðar í Húsavíkar kommunu

Húsavíkar kommuna er í tí støðu, at síðani 2017 hevur kommunan tríggar ferðir havt skaðar. Tveir brimskaðar í 2017 og 2020, og í januar gjørdi áarføri skaða í Dali.

Og sambært borgarstjóranum, Jákupi Martini Sørensen, er rokningin fyri skaðarnar so mikið stór, at skal kommunan gera ábøturnar, fer tað at mangla í aðrastaðni.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í kommununumálum, sigur, at arbeitt verður við málinum. Hann var gestur í útvarpsstovuni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483