Reiðarafelagið fegnast um fiskivinnusáttmálan við Bretland

10.02.2022 - 13:55
Innlendis›Vinna
Reiðarafelagið fegnast um fiskivinnusáttmálan við Bretland
- Tað er umráðandi, at Føroyar og Bretland hava eina fiskivinnusáttmála, heldur formaðurin í Reiðarafelagnum
Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum
Mynd: savnsmynd  

Í vikuni er fiskirættindasáttmáli undirskrivaður við Bretland.

Tað er fyrsti sáttmálin síðani bretar fór úr ES.

Eftir sáttmálanum fáa Føroyar 750 tons av kalva og 186 tons av toski.

Og 1000 tons av rossamakreli, 400 tons av hýsu, tó við møguleika at samráðast um 1600 tons aftrat.

Og Føroyar hava fingið 300 tons av longu, 500 tons av blálongu og 30 tons av brosmu.

Bretar hava fingið 1000 tons av toski og hýsu, 1250 tons av upsa, 10 tons av kongafiski, 225 tons av longu og blálongu, 75 tons av flatfiski og 500 tons av øðrum fiskasløgum í føroyskum sjógvi.

Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum, heldr, at tað er umráða, at Føroyar og Bretland hava eina fiskivinnuavtalu.

Tað var Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari sum skrivaði undir avtaluna við bretar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938