Pál Weihe: Níggju av tíggju føroyingum fara at fáa koronu

bannari
12.02.2022 - 13:08
InnlendisHeilsa
Pál Weihe: Níggju av tíggju føroyingum fara at fáa koronu
Pál Weihe, professari í almannaheilsu, væntar ikki, at smittan fer at minka nakað serligt, og tí er lítið at ivast í, at talið av smittaðum gerst væl hægri, enn tað er nú
Pál Weihe, professari í almennaraheilsu
Mynd: Savnsmynd  

Meira enn 27.000 føroyingar hava nú verið ella eru smittaðir av koronu, og sostatt er talan um meira enn annanhvønn føroying, ið hevur verið ella er smittaður.

Pál Weihe, professari í almannaheilsu, væntar ikki, at smittan fer at minka nakað serligt, og tí er lítið at ivast í, at talið av smittaðum gerst væl hægri, enn tað er nú.

Helst verður endaliga talið av koronu-smittutilburðum í Føroyum tann, at 9 av 10 føroyingum verða smittaðir.

Tað sigur Pál Weihe, sum ikki væntar, at smittutilburðirnir fyribils fara at hasa av.

Korona, Omikron

Frítekst tagging: 

 

Veruliga smittutalið hægrið

Pál Weihe heldur, at veruligu smittutølini eru enn hægri, enn tey almennu tølini vísa. Hetta tí tað helst eru mong, sum fáa koronu í so mildari útgávu, at tey ikki varnast, at tey eru smittaði.

Professarin í almannheilsu metir ikki, at korona longur ger mun á koppsettum og ókoppsettum, tá ræður um, hvør fær smittuna.

Hinvegin ivast hann heldur ikki í, at tað er ein fyrimunur at vera koppsettur, tá ræður um, hvussu sjúkur ein gerst av koronu.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659