Ivast í viljanum at gera Suðuroyartunnil

16.02.2022 - 10:43
InnlendisPolitikkur
Ivast í viljanum at gera Suðuroyartunnil
Formaðurin í fíggjarnevndini gav ilt av sær í tinginum í gjár
Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, er farin at ivast í viljanum at gera Suðuroyartunnilin. Hann spurdi í tinginum í gjár, hví tunnilin ikki er partur av samferðslupakkanum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

- Samferðslupakkin hjá landsstýrinum er eitt neyðaregg, og tað er óskiljandi, at Suðuroyartunnilin ikki er partur av honum.

Tað segði Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, í tinginum í gjár, tá løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Bjarna Hammer um eykajáttanarlóg til Strandferðsluna.

Erhard Joensen segði, at vantandi langtíðarplanlegging ger, at rentuvøksturin seinastu vikurnar fer at gera Suðuroyartunnilin munandi dýrari.

Og hann setti eisini spurnartekin við, um vilji yvirhøvur er at fara undir tunniln til Suðuroyar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615