
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya størsta íbúðarhús skal nøkta stóra áhugan fyri at seta búgv í Runavík, og at bjóða fólkum fjølbroyttari bústaðarmøguleikar.
Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, nú ætlanin er at byggja eitt - eftir føroyskum mátistokki - risa íbúðarhús, við 150 íbúðum, í Leitinum ovast í Saltangará.
Hjá Runavíkar kommunu er neyðugt at gera okkurt munagott, fyri at nøkta stóra áhugan at seta búgv í miðstaðarøkinum.
Ætlanin er, at fyrstu íbúðirnar skulu vera klárar at flyta inní síðst í 2024.
Tað er ikki hissini bygningur, sum St. Jørgen Real Estate við Rúna Bro Róin og Jóhannus Egholm Hansen ætlar at byggja í Runavík, tí heldur enn at byggja fleiri blokkar, so hevur felagið, í samráði við Ósbjørn Jacobsen, arktitekt, valt at byggja ein stóran bygning.
Talan verður um 150 íbúðir, sum eru ógvuliga ymiskar í stødd. Tær minstu verða 60 fermetrar, og tær størstu heilt upp í 167 fermetrar í tveimum hæddum.
Sí eisini