Búskaparráðið: Allur makrelur skal rinda tilfeingisgjald

03.03.2022 - 13:19
Innlendis›Politikkur
Búskaparráðið: Allur makrelur skal rinda tilfeingisgjald
Ráðið mælir eisini til, at brúksgjaldið fyri fiskirættindi verður stillað, áðrenn tilfeingisrentan er blivin til rakstrarkostnað
Fróði Magnussen, formaður, leggur várgreiðingina hjá Búskaparráðnum fram fyrrapartin.

Várfreiðingin hjá Búskaparráðnum var løgd fram í morgun.

Boðskapurin frá ráðnum er millum annað, at tilfeingisgjald eigur at rindast fyri alt tilfeingið av markeli. Eisini tað, sum verður latið út sum stuðul til heimaflotan.

Harumframt eigur politiski myndugleikin at stilla brúksgjaldið fyri fiskirættindi og onnur tilfeingisrættindi, áðrenn tilfeingisrentan er blivin til rakstrarkostnað.

Hoyr samrøðu við Fróða Magnussen, formann í Búskaparráðnum, í innslagi í útvarpstíðindunum.

 

Jón Brian Hvidtfeldt, kringvarpsmaður, fyrireikar seg til samrøðu við Fróða Magnussen, formann í Búskaparráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541