Neyðugt at tálma útreiðsluvøkstrinum

03.03.2022 - 13:27
InnlendisPolitikkur
Neyðugt at tálma útreiðsluvøkstrinum
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, sigur, at vit tola eitt minus, tí útreiðslurnar eru ikki fíggjaðar við láni
Bjarni A. Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, og Uni Rasmussen, landsstýrismaður, tá Búskaparráðið legði várfrágreiðingina fram fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Búskaparráðið væntar einki avlop á fíggjarlógini í ár.

Tvørturímóti væntar ráðið eitt hall upp á 155 milliónir krónur.

Landskassin er verri fyri í dag enn undan fíggjarkreppuni í 2008, hóasti búskapurin hevur havt stóra framgongd síðstu 10 árini, sigur Búskaparráðið.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at útreiðsluvøksturin er ov stórur, og vøksturin má tálmast.

- Men úreiðslurnar eru ikki fíggjaðar við láni, og um vit fáa eitt minus, merkir tað ikki, at vit fáa ringar tíðir í Føroyum, sigur hann.

Hoyr samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Una Rasmussen í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558