Ætla at keypa vaktarskip fyri Tjaldrið

25.03.2022 - 18:00
InnlendisSamfelag
Ætla at keypa vaktarskip fyri Tjaldrið
Vørn hevur møguleika at keypa skip úr Noregi fyri 110 mió. kr.
Tjaldrið er 46 ára gamalt, men nú eru møguleikar at keypa eitt vaktarskip úr Noregi at avloysa Tjaldrið.

Nú skal politiska skipanin gera av, um eitt annað vaktar- og bjargingarskip skal keypast fyri Tjaldrið, sum er 46 ára gamalt.

Vørn hevur eitt norskt skip á hondini, sum er átta ára gamalt, og sum kann fáast fyri 110 milliónir kr., tá tað loysir frá landi, sigur stjórin á Vørn, Óli Hans Olsen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Óli Hans Olsen er stjóri í Vørn.

 

Eingir pengar settir av

Óvist er, um pengar verða at keypa nýtt vaktar- og bjargingarskip fyri nú.

 - Eingir pengar eru settir av til eina slíka íløgu, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Uni Rasmussen fer fyrsta dagin at leggja fram játtanarkarmarar fyri 2023. Heldur ikki har eru pengar settir av.

- Í karminum fyri 2023 er ikki lagt upp fyri hesari íløguni. Annars má okkurt annað bíða, ella má íløgukarmurin hækkast. Men eingin avgerð er tikin um tað, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632