1.000 føroyingar uttanlands hava útbúgving í heilsu og umsorgan

1.000 føroyingar uttanlands hava útbúgving í heilsu og umsorgan
164 hava útbúgving í sjúkrarøkt ella sum ljósmøður. Tølini undra forkvinnuna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
Hóast fleiri verða tikin inn at lesa sjúkrarøktarfrøði, er tað ikki nóg mikið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.11.2024 - 13:48

Ein triðingur av føroyingunum, sum býr uttanlands, hevur útbúgving á heilsu- og umsorganarøkinum.

Tað vísa nýggj hagtøl, sum Hagstovan hevur kunngjørt í dag. 

Av teimum 1.000 føroyingunum uttanlands, sum hava útbúgving innan heilsu og umsorgan, eru 164 útbúgvin í sjúkrarøkt ella sum ljósmøður. 

Og tað eru tøl, sum fáa forkvinnuna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, at undrast. 

 

Óluva í Gong. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovuni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hon ásannar eisini, at sjálvt um politiski myndugleikin hevur raðfest at taka fleiri inn til sjúkrarøktarfrøðislestur, so er tað ikki nóg mikið. Í staðin má sjóneykan setast á onnur viðurskifti, til tess at varðveita fólkið.

Kári Holm Johannesen, leiðari á hagdeildini á Hagstovuni, og Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, vóru í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26112024_Kari_og_Oluva

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037